Eyðun Klakstein, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið hópin, sum í døgunum 4. til 13. oktober skal til EM-undankapping í Eysturríki

——————

Slovenia, Eysturríki og Kosovo verða føroysku mótstøðuliðini, tá U17-landsliðið við dreingjum í døgunum 4. til 13. oktober skal til EM-undankapping í Eysturríki.

Eyðun Klakstein stendur á odda fyri liðnum, og saman við hjálparvenjaranum, Fróða Benjaminsen, hava venjararnir nú kunngjørt hópin, ið er úttikin til komandi kapping.

Føroyar leggja fyri ímóti slovenum tann 6. oktober. Tríggjar dagar seinni er vertslandið mótstøðuliðið, og seinasti dysturin, sum er móti Kosovo, verður spældur 12. oktober. Ferðalagið verður heima aftur beint eftir middag mikudagin 13. oktober.

Hópurin
Nóa Eyðsteinsson, 07 Vestur
Carl Mikkelsen, B36
Marius Allansson, B36
Bartal Páll Klein, B36
Svend Danielsen, B68
Hanus Højgaard, B68
Suni Herman Petersen, B71
Hans Pauli á Bø, EB/Streymur
Thomas Bjørn Miezan, HB
Dávur Heinesen, KÍ
Sølvi Johannesen, KÍ
Jóhan Josephsen, KÍ
Jón Petur Thomsen, NSÍ
Teitur Knudsen, NSÍ
Ervin Rasmussen, Skála
Oliver Thomsen, TB/FCS/Royn
Bjørn Bjarkhamar, Víkingur
Ingi Arngrímsson, Víkingur