Venjarin hjá U19-landsliðnum við gentum, Sigtór Petersen, hevur úttikið hópin, sum frá 25. november til 4. desember skal taka lut í EM-undankapping í Serbia
– Hetta verða tríggjar spennandi uppgávur, har vit veruliga sleppa at royna okkum ímóti trimum sterkum fótbóltstjóðum, og vit fara sjálvandi eftir at fáa so góð úrslit sum tilber, samstundis sum vit skulu fyrireika hesar genturnar til A-landsliðið, tá tann tíðin kemur.
Tað sigur Sigtór Petersen, høvuðsvenjari hjá U19-landsliðnum við gentum, sum nú fyrireikar seg til EM-undankappingina, sum verður í Serbia frá 27. november til 3. desember.
Umframt Føroyar og Serbia, eru Eysturríki og Kekkia eisini í bólkinum.
Av teimum 18, ið eru úttiknar til kappingina í Serbia, eiga HB, KÍ og NSÍ fýra spælarar í part, meðan hini feløgini, ið eru umboðað, eru B36, Skála, Víkingur og Fortuna Hjørring í Danmark.
Hópurin
Brá Zakariasardóttir, Fortuna Hjørring (Danmark)
Súsanna Laksáfoss Godtfred, B36
Fríða Magnusardóttir Jakobsen, HB
Lea Tórarenni Johannesen, HB
Lisa Haraldsen, HB
Teresa Jacobsen, HB
Eydna Olsen Dalheim, Víkingur
Fríða Magnussen, Víkingur
Sólja Ernstsdóttir, KÍ
Sólja Vinjardsdóttir Johansen, KÍ
Vár Johannessen, KÍ
Elspa Maria Zachariassen, KÍ
Jonnhild á Sondum, NSÍ
Natalia Dansdóttir Olsen, NSÍ
Rannvá við Streym, NSÍ
Helga Mikkelsen, NSÍ
Jakobina Bergsdóttir, Skála ÍF
Ingrið Berg Rasmussen, Skála ÍF
Dystaskráin
27. nov. Serbia – Føroyar
30. nov. Eysturríki – Føroyar
3. des. Føroyar – Kekkia