Fróði Benjaminsen hevur úttikið 20 spælarar til EM-undankappingina, sum verður í Kroatia frá 3. til 9. november

——————

Rættuliga sterk mótstøða bíðar føroyska U17-landsliðnum við dreingjum, sum fyrst í november mánað tekur lut í EM-undankapping, sum verður í Kroatia.

Umframt Føroyar og kroatisku vertirnar, vera England og Kosovo eisini við í kappingini, ið verður spæld frá fríggjadegnum 3. til hósdagin 9. november.

Fróði Benjaminsen er venjari hjá U17-dreingjunum, og hann hevur nú sett navn á teir 20 spælararnar, ið eru úttiknir til EM-undankappingina.

Hópurin
Jónas Nordendal, 07 Vestur
Magnus Ravnsfjall, 07 Vestur
Sjúrður Henriksen, AB
Torkil Árni Poulsen, B36
Sebastian Gullfoss, B36
Sjúrður Saltá, B68
Dánial Thuy Mørkøre, HB
Dávid Reynheim, HB
Jógvan á Lakjuni, ÍF
Rani Løkságarð Josephsen, KÍ
Kim á Tjaldrafløtti, KÍ
Beinir Grønagarð, NSÍ
Josva Signarson, Skála
John Joensen, Skála
Aron Benjaminsen, Skála
Erik Johansen, TB
Bogi á Reynatrøð, Víkingur
Jákup Bonolo Skoradal, Víkingur
Jósef Ólavsson Gleðisheygg, Víkingur
Arnór Barndsson, Víkingur

Skráin
3. nov. England – Føroyar
6. nov. Kroatia – Føroyar
9. nov. Føroyar – Kosovo