Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari hevur nú úttikið hópin til WU17 landsliðið, sum skal spæla EM undankapping í Litava síðst í mars


18 spælarar eru við í hópinum, sum fer til Vilnius at spæla EM undankapping fyri Føroyar í døgunum 22.-31. mars. Føroyar eru í bólki saman við Moldova og Grikkalandi, umframt vertstjóðini Litava.

Føroysku genturnar spæla móti Litava 24. mars, móti Moldova 27. mars og enda móti Grikkalandi 30. mars, áðrenn leiðin gongur heim aftur.

Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari hevur úttikið hesar 18 spælararnar til kappingina:

Súsanna Laksáfoss Godtfred, BSF (DK)
Ingrid Berg Rasmussen, EBS/Skála
Jakobina Bergsdóttir, EBS/Skála
Maria Káradóttir, EBS/Skála
Lea Tórarenni Johannesen, HB
Fríða Magnusardóttir Jakobsen, HB
Teresa Jacobsen, HB
Astrid Poula Mittfoss, HB
Borghild Debes Dánialsdóttir, HB
Vár Johannesen, KÍ
Elspa Maria Zachariassen, KÍ
Jonnhild á Sondum, NSÍ
Jonna Holm, NSÍ
Helga Mikkelsen, NSÍ
Anna Stórá Carlsen, Oure (DK)
Anna Jørginsdóttir, Víkingur
Eydna Dalheim Olsen, Víkingur
Hildigunn Steinhólm, Víkingur