Lene B. Terp, landsliðsvenjari hevur úttikið hópin til hennara fyrstu altjóða uppgávur við føroyska landsliðnum


21 spælarar eru boðsendir at umboða Føroyar, tá A-landsliðið við kvinnum í juni mánað fer til Litava at spæla Baltic Cup. Umframt verstjóðina Litava, taka eisini Lettland og Estland lut í kappingini.

Føroyar spæla í fyrra dystinum móti Estlandi, og vinnarin av tí dystinum skal síðan spæla finalu móti vinnaranum av dystinum millum Litava og Lettland.

Hópurin til kappingina líkist nógv tí, sum var savnaður á venjingarlegu í apríl, men fyri fýra spælarar er tað fyrstu ferð, tær eru úttiknar til dystir við A-landsliðnum. Talan er um Hervør Hansdóttir Olsen og Tóru Mohr úr KÍ, Juliu Helenu Dal Henriksen úr HB og Emmu Hansdóttir úr B36, sum allar áður hava umboðað Føroyar á ungdómslandsliðum.

Hópurin til Baltic Cup er hesin
Ásla Johannesen, FC Nordsjælland
Jacoba Langgaard, B36
Olga Kristina Hansen, B36
Emma Hansdóttir, B36
Rakul Maria Johannesen, B36
Julia Helena Dal Henriksen, HB
Julia Naomi Mortensen, HB
Sara Samson Lamhauge, HB
Sarita Maria Mittfoss, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Sanna Judith Frida Svarvadal, KÍ
Hervør Hansdóttir Olsen, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Lea Símunardóttir Lisberg, EBS/Skála
Anna Sunadóttir Hansen, EBS/Skála
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Maria á Lakjuni, Víkingur

Dystirnir í Baltic Cup 2021 verða spældir 10. og 13. juni.