Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hevur úttikið 24 leikarar til venjingardystirnar í juni mánað, sum hesaferð vera partur av Baltic Cup

——————

Fyri fyrstu ferð skal føroyska A-landsliðið við monnum taka lut í Baltic Cup. Kvinnulandsliðið og fleiri av okkara ungdómslandsliðum við gentum hava tikið lut í Baltic Cup áður, men í ár fáa menninir so eisini møguleikan.

Í tí sambandi varð skipað fyri tíðindafundi í Trinstovuni á Tórsvølli fyrrapartin (skriv. mánadagin 27. mai), har landsliðsvenjarin, Håkan Ericson kunngjørdi teir 24 leikararnar, ið eru úttiknir til Baltic Cup 2024.

Hesaferð eru tveir mans í hópinum, ið ikki hava verið partur av A-landsliðnum fyrr. Talan er um B36 málverjan, Silas Eyðsteinsson, og Gullbrandur Øregaard, ið spælir fyri norska felagið, Sandnes ULF. Samstundis eru Patrik Johannesen og Meinhard Olsen við aftur, eftir at báðir hava verið álvarsliga skaddir í rúma tíð.

Hópurin
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Silas Eyðsteinsson, B36 Tórshavn
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, B36 Tórshavn
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Daniel Johansen, Thisted FC (Danmark)
Bartal Wardum, HB Tórshavn
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Samuel Chukwudi, HB Tórshavn
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndal IF (Noreg)
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers FC (Írland)
Pætur Petersen, KÍ Klaksvík
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)
Patrik Johannesen, Breiðablik (Ísland)

Baltic Cup verður skipað sum ein fýralandakapping – við tveimum hálvfinalum, og síðani finaluni og dystinum um 3. og 4. plássið – millum Estland, Lettland og Litava, umframt eitt gestaland, og í ár eru Føroyar bodnar við. Onnur gestaland, ið hava tikið lut í kappingini, eru Finnland og Ísland.

Leygardagin 8. juni eru hálvfinalurnar á skránni. Í Tallinn í Estlandi møtast Estland og Føroyar, og í Liepaja í Lettlandi spæla Lettland og Litava. Finalan og dysturin um 3. og 4. plássið verða spæld týsdagin 11. juni.

Baltic Cup var fyrstu ferð spælt í 1928, og er heimsins elstu landsliðskapping í fótbólti, og næstelstu fótbóltskapping í heiminum – bara enska FA Cup er eldri.

Myndir: Hans Erik Danielsen