Lene Bjerning Terp, landsliðsvenjari hevur úttikið 20 spælarar til undankappingardystin móti Ungarn í apríl


Fríggjadagin 8. apríl taka kvinnurnar á A-landsliðnum HM undankappingina uppaftur við útidysti móti Ungarn í Budapest. Landsliðsvenjarin hevur í dag sent boð eftir 20 spælarum til dystin, sum verður spældur á Szusza Ferenc Stadion í Budapest.

Allar í hópinum hesaferð hava verið úttiknar fyrr, men serliga verd at nevna er Mona Rasmusdóttir úr Víkingi, sum er afturkomin eftir drúgvan skaðasteðg.

Tær, sum eru úttiknar til dystin eru:

Ásla Johannesen, AGF (Danmark)
Olga Kristina Hansen, B36
Valborg Østerø, B36
Anna Sunadóttir Hansen, EBS/Skála
Lea Símunardóttir Lisberg, EBS/Skála
Kára Djurhuus, EBS/Skála
Rúna Jacobsen, HB
Sarita Maria Mittfoss, HB
Birita Ryan, KÍ
Maria Biskopstø, KÍ
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Sanna Judith Frida Svarvadal, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Rakul Maria Johannesen, Oppsal IF (Norra)
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Maria á Lakjuni, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Julia Naomi Mortensen, AaB (Danmark)

Dysturin móti Ungarn er seinasti útidysturin hjá kvinnulandsliðnum í hesari undankappingini. Eftir hann eru tveir heimadystir móti ávíkavist Ukraina og Skotlandi á skránni í september.