Lene Terp, landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur úttikið hópin til HM-undankappingardystin móti Spania, sum verður í Sevilla hósdagin 25. november

——————

Hósdagin 25. november klokkan 20:00, føroyska tíð skal føroyska A-landsliðið við kvinnum á vøllin aftur, tá HM-undankappingardysturin á útivølli móti Spania er á skránni.

Dysturin verður spældur á Estadio de la Cartuja í Sevilla, og samstundis verður seinasta punktum sett fyri føroyskum landsliðsfótbólti í hesum árinum.

Lene Terp, landsliðsvenjari, hevur úttikið 19 spælarar til komandi avbjóðing, og av teimum eru tvær, ið hava sína dagligu gongd í donskum fótbólti.

Hópurin
Óluvá Allansdóttir Joensen, KÍ Klaksvík
Valborg Østerø, B36 Tórshavn
Anna Sunadóttir Hansen, EBS/Skála
Julia Naomi Mortensen, AGF (Danmark)
Ásla Johannesen, AGF (Danmark)
Olga Kristina Hansen, B36 Tórshavn
Rakul Maria Johannesen, B36 Tórshavn
Lea Símunardóttir Lisberg, EBS/Skála
Kára Djurhuus, HB Tórshavn
Sarita Maria Mittfoss, HB Tórshavn
Maria Biskopstø, KÍ Klaksvík
Sanna Svarvadal, KÍ Klaksvík
Tóra Mohr, KÍ Klaksvík
Birita Ryan, KÍ Klaksvík
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ Klaksvík
Eyðvør Klakstein, KÍ Klaksvík
Heidi Sevdal, NSÍ Runavík
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Maria á Lakjuni, Víkingur

Spania og Skotland eru fremst í bólkinum við 9 stigum í part. Ukraina og Ungarn hava 3 stig hvør, meðan Føroyar framvegis hava fyrsta stigið til góðar.

Støðan og leikskráin í bólkinum sæst H E R