Håkan Ericson og Eli Hentze hava í fyrstu atløgu úttikið 23 spælarar til venjingardystirnar móti Íslandi og Liktinstein, sum verða 4. og 7. juni

——————

Fríggjadagin 4. juni skal A-landsliðið við monnum á vøllin aftur, tá føroyska liðið fyri fyrstu ferð í 17 ár aftur skal spæla venjingardyst á heimavølli. Tveir dystir eru á skránni í hesum umfarinum, sum báðir verða á Tórsvølli.

Tann 4. juni klokkan 19:45 koma íslendingar á vitjan, og mánadagin 7. juni, somuleiðis klokkan 19:45, verður Liktinstein mótstøðuliðið.

Í fyrstu atløgu hevur Håkan Ericson, landsliðsvenjari, saman við hjálparvenjaranum, Eli Hentze sent boð eftir 23 spælarum til komandi dystir. Og av teimum eru fimm, ið ikki vóru við til HM-undankappingardystirnar móti Moldova, Eysturríki og Skotlandi, sum vóru spældir í mars mánað.

Nýggjur í hópinum er Mattias Lamhauge úr B36. Mattias avloysir Gunnar Nielsen, ið vegna persónligar orsøkir hevur givið avboð. Hinir fýra, ið ikki vóru við seinast, men sum nú eru í landsliðshitanum aftur, eru Rene Shaki Joensen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Heðin Hansen og Andreas Lava Olsen.

Hópurin
Teitur Matras Gestsson, HB
Tórður Thomsen, NSÍ
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36
Gilli Rólantsson Sørensen, Odd Ballklubb (Noreg)
Rene Shaki Joensen, HB
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Ári Mohr Jónsson, Sandnes ULF (Noreg)
Sonni Ragnar Nattestad, Dundalk FC (Írland)
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland)
Meinhard Egilsson Olsen, Bryne BK (Noreg)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (Svøríki)
Heðin Hansen, HB
Tróndur Jensen, NSÍ
Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)
Petur Knudsen, NSÍ
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Jóan Símun Edmundsson, DSC Arminia Bielefeld (Týskland)
Andreas Lava Olsen, Víkingur

Møguliga verður onkur spælari afturat úttikin seinni í vikuni.

Atgongumerki til venjingardystirnar móti Íslandi og Liktinstein fáast til keyps í Nethandilinum á FSF.fo.