Klokkan 10 fyrrapartin mánadagin verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum, í samband við at Håkan Ericson fer at kunngera hópin til næstu HM-undankappingardystirnar hjá monnum
——————
Um góðar tvær vikur skal A-landsliðið við monnum spæla fyrstu dystirnar í undankappingini til HM, sum verður í Katar í 2022. Føroyar hava tríggjar dystir á skránni í hesum umfarinum, sum allir vera á útvølli.
Lagt verður fyri ímóti Moldova hósdagin 25. mars, tríggjar dagar seinni, sunnudagin 28. mars verður spælt á Ernst-Happel stadion í Wien í Eysturríki, og mikudagin 31. mars spæla Skottland og Føroyar á Hampden Park í Glasgow.
Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin 15. mars klokkan 10:00, har Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari, fer at kunngera hópin til komandi uppgávur.
Føroyska A-landsliðið við monnum hevur ongantíð áður roynt seg ímóti Moldova. Harafturímóti hava Føroyar spælt seks dystir ímóti Eysturríki og níggju ferðir ímóti skotum. Úrtøkan ímóti Eysturríki hevur verið ein sigur, ein javnleikur og fýra tap, meðan tað ímóti Skottlandi er blivið til tveir javnleikir og sjey tap.
Hini bæði londini í bólkinum eru Danmark og Ísrael.
Skráin fyri A-landsdystirnar hjá monnum í 2021 sæst HER