U19 landsliðið við gentum fer í komandi viku at spæla venjingardyst móti B36 og á venjingarlegu nakrar dagar seinni


Meðan A-landsliðið við kvinnum fer at luttaka í Baltic Cup í Litava í komandi viku, er steðgur í landskappingini, og hetta gevur góðar møguleikar fyri landsliðsvirksemi á ungdómslandsliðunum eisini. 

Hjá U19 gentum verður fyrst venjingardystur móti B36 á skránni 9. juni, og nakrar dagar seinni, 11.-12. juni, verður hópurin savnaður á venjingarlegu í Havn. U19 landsliðið hevur fleiri spennandi avbjóðingar á skránni í heyst. Eftir fleiri samlingar her heima í summar, fara tær í september til Estlands at spæla venjingardystir, og í oktober skulu tær spæla EM-undankapping í Hvítarusslandi. 

Til venjingarleguna 11.-12. juni hevur Pætur S. Clementsen, landsliðsvenjari úttikið hesar leikarar:

Kristina D. Gásdal, 07 Vestur
Eyðrið Rúnadóttir, 07 Vestur
Eyðbjørg Reynslág, AB/B71
Judith Eilersdóttir Rasmussen, AB/B71
Rakul í Soylu, AB/B71
Ronja L. Mouritsen, AB/B71
Victoria O. Funningsstovu, B36
Lív Rúnadóttir, B36
Jovina av Skarði, B36
Sarita Petersen, EBS/Skála
Anna Jóna Johansen, EBS/Skála
Sonja Ingadóttir, EBS/Skála
Beinta Jensen, HB
Sunniva Willemeos Dal Christiansen, HB
Sára á Líðarenda, Víkingur
Noomi Hansen, Víkingur
Jórun í Túni Petersen, Víkingur
Anitha á Dalinum, KÍ
Malena Olsen, KÍ
Maria V. Johansen, NSÍ
Nancy N. Einarsson, TB/FC Suðuroy/Royn
Johanna Christiansdóttir, TB/FC Suðuroy/Royn
Naina Mortensen, TB/FC Suðuroy/Royn
Mathilde Mørch, AaB