Pierre Emile Højbjerg og Mohammed Daramy gjørdu málini, tá Danmark týskvøldið vann 2-0 á Føroyum í venjingardysti á Brøndby Stadion
——————
Tað var allarhelst betra liðið, ið vann á Brøndby Stadion týskvøldið. Men um eitt sindur av hepni var við okkara monnum, so sá úrslitið uttan iva heilt øðrvísi út aftaná 90 minuttir.
Danmark vann 2-0, og tað var eisini í tráð við leikgongdina – serliga tá danir eisini tóku ímóti gávunum, ið teimum vórðu givnar.
Fyrra málið kom eftir at føroyska verjan royndi at spæla seg úr einari trongari støðu. Men ólukkutíð fangaði heimamenninir bóltin inni í føroyska brotsteiginum, og Pierre Emile Højbjerg var sum ein køttur og bankaði bóltin í netið.
2-0 málið fall sjey minuttir eftir steðgin. Christian Eriksen slapp leysur í høgru, og komin móti baklinjuni lyfta hann bóltin inn fyri, har Mohammed Daramy bara skuldi seta innarusíðuna á.
Men bæði áðrenn og aftaná donsku málini var um reppið, at Føroyar komu á máltalvuna á Brøndby Stadion. Ta einu ferðina bjargaðu danir á strikuni, og í seinna hálvleiki royndi Gunnar Vatnhamar seg við skoti, ið streyk dygst framvið danska málinum.
Samanumtikið var talan um ein góðan dyst fyri bæði liðini. Kasper Hjulmand og hansara menn fyrireika seg til EM-endaspælið, sum verður í Týsklandi í summar, meðan Håkan Ericson og føroyska landsliðið brúka hesar báðar dystirnir, ið hava verið á skránni í mars, sum fyrireiking til Nations League, sum verður í heyst.
Næst á skránni hjá føroyska manslandsliðnum er Baltic Cup, sum verður í juni mánað. Tann 8. juni spæla Estland og Føroyar í Estland, og tríggjar dagar seinni, leygardagin 11. juni skal A-landsliðið við monnum møta vinnarinum av dystinum millum Litava og Lettlandi.
Myndir: Hans Erik Danielsen