Tann 24. mars komandi ár verður høvið hjá fótbóltsglaðum føroyingum og øðrum at síggja originala HM-steypið í Føroyum

Undan HM-endaspælinum í 2006, sum varð spælt í Týsklandi, gjørdu FIFA og Coca Cola samstarvsavtalu, ið inniber, at Coca Cola gjørdist ein av stóru sponsorunum hjá FIFA.

 

Beinanvegin var fari undir at fremja ymisk átøk, ið skuldu varpa ljós á Heimsmeistaraheitið í fótbólti, og eitt av hesum átøkum bleiv, at originala HM-steypið skuldi vísast fram í øllum londunum, sum eru limir í altjóða fótbóltssamgonguni.

 

Á fyrstu ferðini, sum var í samband við HM-endaspælið í Týsklandi, vitjaði steypið í 29 londum, og umleið 175.000 fólk tóku mynd saman við steypinum. Næsta ferðin var í samband við endaspælið, sum var í Suðurafrika í 2010, og tá var steypið sýnt fram í 84 londum, og næstan ein millión fótbóltsfjepparar fingu mynd saman við snotiliga HM-steypinum.

 

Triðja ferðin var til HM-endaspælið í 2014, sum var í Brasil. Steypið var á vitjan í 90 londum, og umleið 1,3 milliónir fólk sóu HM-steypið, sum nú fer at koma til Føroyar. FIFA hevur nevniliga avgjørt, at 24. mars komandi ár verður originala HM-steypið víst alment fram í Føroyum.

 

Hvussu dagurin, tá HM-steypið verður at síggja í Føroyum, blívur skipaður, verður kunnað nærri um seinni.