Beinir Nolsøe skoraði føroyska málið, tá U21-landsliðið hósdagin tapti 2-1 á útivølli móti Kroatia


Tað skuldu tvey brotsspørk til, áðrenn Kroatia megnaði at vinna ein rættuliga tepran 2-1 sigur á Føroyum hósdagin.

Harafturat vóru føroyingarnir eisini undirmannaðir ein part av seinna hálvleiki, eftir at Gullbrandur Øregaard fekk reytt kort, og varð vístur av vølli.

Men kortini var talan allatíðina um ein javnan dyst, og tað var ikki fyrr enn tveir minuttir vóru eftir at spæla, at kroatar veruliga kundu anda lættari.

Tó fekk Beinir Nolsøe úr NSÍ spenning í dystin aftur, tá ungi runavíkingurin í yvirtíðini minkaði um munin. Men nærri enn tað komu okkara ikki, og tískil vóru øll stigini verðandi í Kroatia.

Týsdagin í komandi viku skal føroyska U21-landsliðið á vøllin aftur, tá Grikkaland kemur á vitjan á Djúpumýru í Klaksvík. Atgongumerki til dystin fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo, og á atgongumerki.fo. Kostnaðurin er 95 krónur.