Meðan tey allar flestu taka sær av løttum í hesum døgum og njóta frídagarnar, so venja U17 genturnar dúgliga til nakrar spennandi avbjóðingar, sum eru á skránni í fyrru hálvu í komandi ári


Tveir venjingardystir í Íslandi, sum verða um mánaðarskifti januar-februar, EM-undankapping í Litava í mars, og síðani EM-endaspæl í Føroyum, sum verður frá 4. til 17. mai.

Jú, tær á U17-landsliðnum við gentum sleppa av álvara at royna seg komandi mánaðarnar.

Ein av teimum, ið er partur av landsliðshópinum hjá Eyðvør Jakobsen, er 16 ára gamla Leona Djurhuus úr Vági. Fyri hana er tað ein stórur heiður at sleppa at umboða Føroyar, og ikki minst Suðuroynna.

Um vikuskiftið vandu genturnar á Tórsvølli, og áðrenn venjingina leygardagin fekk FSF Varpið orðið á Leonu Djurhuus, ið millum annað sigur, at hon nærum misti svøvnin, tá tað gekk upp fyri henni, at hon í næstum skal vera við í einum EM-endaspæli.