Birita Nielsen er millum tær 20, sum í apríl mánaði skal spæla kvinnulandsliðið til HM-undankappingina. Landsliðið er ein barndómsdreymur hjá Biritu, men sum als ikki roknaði við at verða úttikin

Í døgunum 6. til 11. apríl skal føroyska A-landsliðið við kvinnum spæla innleiðandi HM-undankapping í Føroyum. Mótstøðuliðini vera Luksemborg, Montenegro og Turkaland, ið er styrkismett ovast í bólkinum.

 

Ein av teimum, ið skal umboða Føroyar í kappingini, er 17 ára gamla Birita Bergsdóttir Nielsen úr Runavík, men sum spælir fótbólt í B68 á Toftum.

 

– Eg var sera glað – men eisini ovfarin – tá eg sá, at eg var úttikin. Og úttøkan kom rættuliga óvæntað, tí har vóru so nógvir aðrir dugnaligir leikarar eisini. So hetta var als ikki væntandi, sigur Birita Bergsdóttir Nielsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Fyri ungu runavíksgentuna hevur tað altíð verið ein barndómsdreymur at sleppa á A-landsliðið, og hon gleðir seg til dystirnar, ið standa fyri framman.

 

– Hetta er tað sum allir fótbóltsspælarar stremba eftir, og fyri meg er hetta ein barndómsdreymur. Tað er eisini nakað heilt serligt at vera partur av landsliðnum, og tað kennist stórt, sigur Birita Bergsdóttir Nielsen, sum í fjør fekk sínar fyrstu minuttir í fremstu deildini hjá kvinnum.

 

At umboða Føroyar er kortini ikki nakað nýtt fyri Biritu, sum áður hevur roynt seg á U17- og U19- landsliðunum.

 

—–

 

Hósdagin 6. apríl

Kl. 15:00 Turkaland – Montenegro á Tórsvølli

Kl. 19:30 FØROYAR – Luksemborg á Tórsvølli

 

Leygardagin 8. apríl
Kl. 15:00 Montenegro – FØROYAR á Tórsvølli

Kl. 19:30 Turkaland – Luksemborg á Tórsvølli

 

Týsdagin 11. apríl
Kl. 13:00 FØROYAR – Turkaland á Tórsvølli

Kl. 13:00 Luksemborg – Montenegro á Ovara Vølli í Gundadali