Nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, sum Sámal Erik Hentze sendir á vøllin frá byrjan í U21 EM-undankappingardystinum ímóti Spania, sum verður á Tórsvølli í dag kl. 17:45

——————

Klokkan trý korter til seks í dag skal føroyska U21-landsliðið takast við Spania, sum telist millum sterkastu U21-landslið í heiminum.

Talan er tískil um eina stóra uppgávu fyri føroyska liðið, sum undan dystinum ímóti spaniólum er nakað skert. Aftaná úttøkuna komu ikki færri enn seks avboð, men sambært venjaranum, Sámal Eriki Hentze, er hetta kortini ikki nakað í nervar hann ella okkara spælarar.

– Vit vita væl framman undan, at hetta verður torført. Men eingin ivi skal vera um, at vit fara eftir at fáa eitt úrslit, ið vit kunnu vera ernir av, sigur U21-landsliðsvenjarin við heimasíðuna hjá FSF.

Føroyski hópurin kom saman mánadagin, og síðan hava fyrireikingarnar verið á skránni. Og nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, sum Sámal Erik Hentze og Hagge Samuelsen, hjálparvenjari senda á vøllin frá byrjan.

Rói Zachariassen verður í mál, og í verjuni verða Ari Olsen, Samuel Johansen Chukwudi, Ólavur Niclasen og Daniel Johansen. Á verjukenda miðvøllinum verða Stefan Radosavljevic og Hjalti Kárason Djurhuus, meðan framrættaður miðvallari verður Petur Knudsen, sum eisini er liðskipari. Í høgra borði verður Lukas Giessing, í vinstra borði Adrian Justinussen, og fremsti maður verður Pætur Petersen.

Eykaspælarar: Bárður á Reynatrøð, Dann Fróðason, Hanus Sørensen, Steffan Løkin, Noah Mneney, Arnbjørn Svensson, Pætur Skipanes, Ragnar Samuelsen og Andri Julin Benjaminsen.

Undan dagsins dysti er Spania fremst í bólkinum við 16 stigum, meðan Føroyar eru á aftasta plássi við trimum stigum. Týsdagin í næstu viku spælir føroyska U21-liðið aftur, tá Montenegro kemur á vitjan á Svangaskarði á Toftum. Tann dysturin byrjar klokkan 17:00.