Áki Johansen og Pól F. Joensen hava úttikið U17-landsliðið við dreingjum, ið skal til EM-endaspælið í Kroatia. Fyrsti dystur verður spældur 3. mai

Leygardagin setir føroyska U17-landsliðið við dreingjum kós ímóti Zagreb í Kroatia. Á skránni er EM-endaspælið 2017.

 

– Vit gleða okkum ómetaliga nógv at fara til hesa kapping. Hóast eg sjálvur nú samanlagt havi roynt hetta í tíggju ár, og verið til 78 landsdystir við U17-liðnum, so hava vit ongantíð áður verið til eitt endaspæl, og tí vita vit ikki heilt hvussu hetta verður, sigur Áki Johansen, venjari.

 

Føroyska liðið hevur fyrireikað seg so væl sum tilber til kappingina, og hópurin er sum heild væl fyri. Kortini verða venjararnir noyddir at síggja burtur frá liðskiparanum, Fróða Pætursson Rasmussen, sum er skaddur, og tískil ikki kann verða við á ferðini til Kroatia.

 

Tað er nokk einki at ivast í, at ein sovorðin uppliving fer at læra spælararnar nógv, og kemur at verða ein tíðandi partur av teirra fótbóltsmenning.

 

– Vit kenna okkara mótstøðulið, sum øll eru rættuliga sterk, og á pappírinum sterkari enn vit. Men vit hava ikki minni enn tvær ferðir fyrr gjørt tað ómøguliga, og tað vóna vit aftur fer at bera til.

 

– Eitt er í øllum føri heilt vist, og tað er, at líkamikið hvussu fer at ganga, so verður hetta ein hending í okkara lívið, sum vit ongantíð fara at gloyma, sigur Áki Johansen, landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Hópurin sær soleiðis út

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Bjarti Vitalis Mørk, HB

Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ

Andrias Edmundsson, B68

Dann Fróðason, 07 Vestur

Magnus Holm Jacobsen, B36

Hanus Sørensen, FC Midtjylland (DEN)

Asbjørn Heðinsson, 07 Vestur

Stefan Radosavljevic, TB

Lukas Grenaa Giessing, FC Midtjylland (DEN)

Elias El Moustage, AaB Ålborg (DEN)

Steffan A. Løkin, NSÍ

Bjarni Brimnes, HB

Tórur Jacobsen, KÍ

Símun Sólheim, HB

Sveinur Lava Olsen, HB

Sølvi Sigvardsen, NSÍ

Jákup Joensen, Skála

 

Skráin

 

3. mai (kl. 11:00) Skotland – Føroyar

6. mai (Kl. 11:00) Frakland – Føroyar (Beinleiðis á Eurosport 2)

9. mai (kl. 15:00) Føroyar – Ungarn

 

Føroyska ferðalagið fer úr Føroyum leygarmorgunin 29. apríl, og verður vónandi ikki aftur fyrr enn leygardagin 20. mai, dagir eftir finaluna.