Nýggi U21-landsliðsvenjarin, Sámal Erik Hentze úttók mánadagin hópin til EM-undankappingardystirnar móti Ísrael og Norðurmakedónia, sum verða á Svangaskarði 2. og 8. september
——————
Mikudagin 2. september skal føroyska U21-landsliðið á vøllin aftur, tá ísraelar koma á vitjan í Føroyum, og mikudagin 8. september koma norðurmakedónar aftur hendan vegin.
Sámal Erik Hentze er nýggjur venjari hjá U21-landsliðnum, og saman við hjálparvenjaranum, Hegga Samuelsen, hevur hann úttikið 20 spælarar til næstu uppgávurnar.
Hópurin
Rói Mørk Hentze, B36
Rói Zachariassen, EB/Streymur
Hanus Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)
Ari Olsen, Víkingur
Bjarni Petersen, B36
Mads Mikkelsen, HB
Samuel Johansen Chukwudi, HB
Ólavur Niclasen, KÍ
Andri Benjaminsen, B68
Magnus Holm Jacobsen, B36
Ragnar Samuelsen, B36
Mórits Heini Mortensen, NSÍ
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Lukas Giessing, AB (Danmark)
Jonn Johannesen, KÍ
Stefan Radosavljevic, B36
Petur Knudsen, NSÍ
Hannes Agnarsson, B36
Pætur Petersen, HB
Steffan Løkin, NSÍ
Upprunaliga skuldi dysturin móti Norðurmakedónia spælast í november í fjør. Men vegna frost var ikki spælandi á Tórsvølli, og UEFA avgjørdi at útseta dystin til tann 4. juni. Koronafarsóttin gjørdi síðan vart við seg, og dysturin bleiv aftur útsettur, og hesaferð bleiv dysturin ásettur at verða 8. september.