Lars Olsen, A-landsliðsvenjari, og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, hava sett liðið, sum byrjar á vøllinum í EM-undankappingardystinum móti Malta
Klokkan 18:00 lokala tíð á Malta, tað er klokkan 17:00 føroyska tíð, fara Malta og Føroyar á vøllin á Ta’ Qali Stadion, har fyrsti dystur í undankappingini til EM 2020 er á skránni.
Føroyska liðið kom til Malta seint mánakvøldið, og síðani hava fýra venjingar verið á skránni. Allir í hópinum tykjast vera væl fyri, og nú fáar tímar áðrenn avspark, er greitt, hvørjar ellivu venjararnir senda á vøllin frá byrjan.
Gunnar Nielsen verður í mál, og í føroysku verjuni vera Gilli Rólantsson Sørensen, Atli Gregersen, ið eisini er liðskipari, Odmar Færø og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum frá byrjan vera Sølvi Vatnhamar, Rógvi Baldvinsson, Brandur Hendriksson Olsen og Rene Shaki Joensen. Framrættaður miðvallari verður Hallur Hansson, meðan Jóan Símun Edmundsson byrjar í álopinum.
Bonkur: Teitur M. Gestsson, Karstin Hansen, Magnus Egilsson, Árni Frederiksberg, Heini Vatnsdal, Bartal Wardum, Kaj Leo í Bartalsstovu, Jákup L. Thomsen og Klæmint A. Olsen.
Sambært maltesiska fótbóltssambandinum verða eini 6.000 áskoðarar til dagsins dyst á Ta’ Qali Stadion, ið annars hevur pláss fyri umleið 17.000 áskoðarum. Av teimum 6.000, verða væntandi eini 100, ið fara at stuðla føroyska liðnum.
Les eisini (FSF Varpið): Jóannes: Vit fara eftir trimum stigum
Les eisini (FSF Varpið): Atli Nærkast 50 landsdystum