Lars Olsen hevur sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum móti Grikkalandi. Gilli Sørensen og Bárður Hansen verða á hvør sínum bakki
Føroyski A-landsliðsvenjarin, Lars Olsen, hevur kunngjørt liðið, sum klokkan 19:45 í kvøld byrjar á vøllinum ímóti Grikkalandi.

Fýra broytingar eru framdar í byrjunaruppstillingini, síðani dystin móti Rumenia fyrr í ár. Inn eru komnir Bárður Hansen, Gilli Sørensen, Fróði Benjaminsen og Hallur Hansson.

Føroyska liðið byrjar soleiðis:
Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Bárður Hansen og Gilli Sørensen.

Á miðvøllinum verða Sølvi Vatnhamar, Brandur Olsen, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson og Christian Lamhauge Holst, meðan Jóan Símun Edmundsson, ið gjørdi sigursmálið í Pireus 14. november í fjør, verður í álopinum.

Á bonkinum verða:
Teitur M. Gestsson, Tórður Thomsen, Einar Tróndargjógv, Pól Jóhannus Justinussen, Klæmint A. Olsen, Odmar Færø, Róaldur Jakobsen, Høgni Eysturoy, Rene S. Joensen, Jóhan Troest Davidsen, Kaj Leo í Bartalsstovu og Andreas Lava Olsen.

Dyrnar til Tórsvøll lata upp klokkan 18:00, og tá letur høvuðsstuðulin hjá landsliðnum, Bakkafrost, 2.000 ókeypis fyrstafloks brellbitar við laksi og eplamorli, sum verður at fáa í nýggja eysturskýlinum. Laksur og eplamorl verður at fáa til uppi er, ella til í seinasta lagi klokkan 19:15.

EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Grikkaland byrjar klokkan 19:45.

Kunning um ymisk praktisk viðurskifti síggjast HER.