Landsliðsvenjarin, Lars Olsen, og hjálparvenjarin, Jóannes Jakobsen hava gjørt eina broyting í byrjunaruppstillingini, í mun til dystin ímóti Portugal
Føroyska A-landsliðið við monnum leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til dystin ímóti Andorra, og nú smáar fimm tímar áðrenn avspark hevur Lars Olsen, landsliðsvenjari, í samráð við hjálparvenjaran, Jóannes Jakobsen sett navn á teir ellivu sum byrja á vøllinum.
Ein broyting er gjørd í byrjunaruppstillingini, í mun til teir fyrstu ellivu, sum venjararnir sendu á vøllin ímóti Portugal hósdagin, og hon er, at Fróði Benjaminsen verður á miðvøllinum í staðin fyri Róald Jakobsen.
Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Jónas Tór Næs, Odmar Færø, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum verða Gilli Sørensen, Fróði Benjaminsen, Rene Shaki Joensen og Sølvi Vatnhamar, meðan Jóan Símun Edmundsson verður í álopinum.
Á bonkinum verða Teitur Matras Gestsson, Símun Rógvi Hansen, Hørður Askham, Ári Mohr Jónsson, Róaldur Jakobsen, Kej Leo í Bartalsstovu, Karl Løkin, Eli Falkvard Nielsen, Klæmint A. Olsen og Patrik Johannesen.
HM-undankappingardysturin millum Føroyar og Andorra verður bríkslaður í gongd á Tórsvølli klokkan 17:00. Dómarin í dystinum, sum er av Malta, eitur Alan Mario Sant.