Sámal Erik Hentze hevur nú sett liðið, sum skal byrja seinasta dystin í hesari undankappingini


Veðrið í Klaksvík er av tí fagrasta, og alt er klárt til U21 landsdystin millum Føroyar og Serbia. Nú er eisini greitt, hvørjar 11 spælarar Sámal Erik Hentze sendir á vøllin frá byrjan.

Bárður á Reynatrøð byrjar í málinum og í verjuni byrja Elias Rusborg og Gullbrandur Øregaard mitt fyri, meðan Ragnar Skála og Pætur Skipanes eru á hvør sínum bakki.

Magnus Holm Jacobsen, sum ber føroyska liðskiparabandið í dag, mannar føroyska miðvøllin saman við Noah Mneney. Lukas Giessing byrjar á høgra kanti og Símun Sólheim á vinstra.

Á næstfremsta plássinum fær Jørgen Nielsen í dag møguleikan fyri leikbannaða Stefan Radosavljevic, og Áki Debes Samuelsen byrjar sum fremsti maður á føroyska liðnum.

Dysturin byrjar kl. 16.15 og enn eru nøkur fá atgongumerki eftir til keyps við dyrnar.