Nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, ið Sámal Erik Hentze sendir á vøllin frá byrjan móti Norðurmakedónia

——————

Klokkan 14:00 seinnapartin tekur føroyska U21-landsliðið ímóti Norðurmakedónia. Dysturin verður spældur við Djúpumýru í Klaksvík.

Liðið hevur fyrireikað seg væl til uppgávuna, og nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, ið Sámal Erik Hentze, venjari, sendir á vøllin frá byrjan.

Bjarti Vitalis Mørk verður í mál, og í verjuni vera Hanus Sørensen, Børge Petersen, Andrias Edmundsson og Pætur Skipanes. Á miðvøllinum frá byrjan vera Símun Sólheim, Noah Mneney, Stefan Radosavljevic, ið eisini er liðskipari, Andrass Johansen og Lukas Giessing, og fremsti maður verður Jonn Johannesen.

Á bonkinum sita Rasmus Nilsson, Aleksandur Jensen, Áki Johannesen, Heini Sørensen, Steffan Løkin, Áki Samuelsen, Ingi Jonhardsson, Gullbrandur Øregaard og Ragnar Skála.

Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Kostnaðurin er 95 krónur.