Um eina løtu bresta U21 landsliðini hjá Norðurmakedónia og Føroyum saman á Todor Proeski stadion í Skopje
Sámal Erik Hentze, landsliðsvenjari hevur nú sett nøvn á teir 11, sum byrja dystin móti norðurmakedónum.
Bárður á Reynatrøð verjir føroyska málið, og í verjuketuni byrja Hanus Sørensen, Áki Johannesen, Gullbrandur Øregaard og Pætur Skipanes. Símun Sólheim verður á vinstra kanti, Lukas Giessing á høgra, meðan Magnus Holm jacobsen og Andrass Johansen manna sentrala føroyska miðvøllin.
Frammanfyri teir finna vit liðskiparan Stefan Radosavljevic og Steffan A. Løkin byrjar sum fremsti maður á føroyska liðnum.
Dysturin millum Norðurmakedónia og Føroyar byrjar kl. 17.00 føroyska tíð, og hann kann stroymast á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.