Lars Olsen, landsliðsvenjari hevur sett liðið til venjingardystin móti Lettlandi, sum byrjar kl. 17:00 føroyska tíð. Dysturin verður stroymdur beinleiðis á www.fsf.fo

Á venjingarleguni í Marbella skal A-landsliðið spæla móti Lettlandi og Liktenstein. Dystirnir eru liður í fyrireikingunum til UEFA Nations League kappingina, sum byrjar seinni í ár. Landsliðsvenjarin hevur tí ætlanir um at geva øllum leikarum í hópinum spælitíð, og harvið eisini royna fleiri ymiskar samansetingar á liðnum.

 

Gunnar Nielsen er darvaður av skaða í fótinum, og verður tí spardur í fyrra dystinum, soleiðis at hann skjótari kann koma fyri seg til seinna dystin. Hetta merkir, at Teitur M. Gestsson byrjar í málinum, og spælir eftir ætlan fyrra hálvleik, áðrenn Trygvi Askham kemur inn at spæla seinna hálvleik millum stengurnar.

 

Teitur Gestsson hevur áður spælt venjingardystir móti Gibraltar og Liktinstein, men at byrja inni í dag er allíkavæl nakað serligt fyri málverjan, sum dagliga spælir í HB.

 

– Eg gleði meg til at spæla inni frá byrjan. Hetta er fyrstu ferð, at eg byrji í einum altjóða skrásettum dysti, so tað verður nakað serligt. Hjá málmonnum er ofta longri millum útskiftingarnar, so tað ræður um at vera klárur, tá boð eru eftir tær, sigur málverjin við heimasíðuna hjá FSF.

 

Til dystin móti Lettlandi verður spælt 4-4-2, og á uppstillingini sæst eisini, at fleiri leikarar eru tøkir aftur eftir skaðar.

 

Sonni Ragnar Nattestad er aftur undir liðini á Atla Gregersen í miðverjuni, og á offensiva miðvøllinum verður Brandur H. Olsen aftur at síggja í landsliðsblusuni.

 

Hesir 11 byrja móti Lettlandi

Teitur M. Gestsson – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Rógvi Baldvinsson – Gilli R. Sørensen, Rene Shaki Joensen, Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen – Jóan Símun Edmundsson.

 

Dysturin millum Føroyar og Lettland byrjar kl. 17:00 føroyska tíð, og hann kann stroymast umvegis heimasíðuna, www.fsf.fo. Stroymingin byrjar kl. 16:45.