Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum móti Grikkalandi. Avspark er klokkan 14, og dysturin kann síggjast beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum

——————

Fyri níggju árum síðani syrgdi føroyska manslandsliðið fyri, at Føroyar enn einaferð kom á fótbóltsliga heimskortið, eftir ein góðan 1-0 sigur á útivølli móti Grikkalandi. Málskjúttin ta ferðina var Jóan Símun Edmundsson.

Og nú vit skriva 2023, og júst níggju ár og tveir dag eftir minniliga sigurin á Karaiskakis leikvøllinum í Piraeus, skal U21-landsliðið royna seg á útivølli móti grikkum. Hesaferð verður dysturin spældur á Theodoros Kolokotronis stadion í Tripoli.

Eyðun Klakstein er venjari hjá føroyska U21-landsliðnum, og saman við hjálparvenjaranum og einum av hetjunum fyri níggju árum síðani, Atla Gregersen, hevur hann nú sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum móti grikkum.

Ari Petersen verður í mál, og útispælarar vera Signar á Brúnni, Áki Johannesen, Børge Petersen, Elias Rusborg, Ási Dam, Áki Samuelsen, Noah Hans Mneney, Gullbrandur Øregaard, Olaf Bárðarson og Jørgen Nielsen.

Á bonkinum sita Rasmus Nilsson, Bergur Poulsen, Martin Agnarsson, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Heini Fossdalsá Sørensen, Jens Erik Bruhn, Jónas Warner, Gutti Dahl-Olsen og Poul Kallsberg.

U21 EM-undankappingardysturin millum Grikkaland og Føroyar verður bríkslaður í gongd klokkan 14:00, sum er klokkan 16:00 lokala tíð í Grikkalandi, og kann síggjast beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.