Sámal Erik Hentze, landsliðsvenjari hevur nú sett nøvn á teir 11, sum byrja fyri Føroyar í kvøld


Um eina løtu fer U21 landsliðið á vøllin á Stade de E’Epopée í Calais, har fronsku heimsstjørnurnar taka ímóti.

Seinast liðini hittust, endaði tað við 1-1 javnleiki í Gundadali, og tað er samstundis einasta málið, sum higartil er farið ígjøgnum hjá Fraklandi í hesari undankappingini.

Hóast føroyska útgangsstøðið í kvøld verður verjukent, so fer føroyska liðið eisini á vøllin fyri at endurtaka bragdið frá í fjør.

Og nú er greitt, hvørjir 11 byrja dystin fyri Føroyar.

Bárður á Reynatrøð verjir føroyska málið, og verjuni finna vit Hanus Sørensen, Børga Petersen, Áka Johannesen, Pætur Skipanes og Símun Sólheim. Magnus Holm Jacobsen og Ragnar Skála manna defensiva miðvøllin, og frammanfyri teir vera Lukas Giessing og Stefan Radosavljevic og fremsti maður á føroyska liðnum verður Steffan Løkin.

Á føroyska bonkinum eru Martin Agnarsson, Gullbrandur Øregaard, Jonn Johannesen, Jóanes E. Davidsen, Áki D. Samuelsen, Elias K. K. Rusborg, Andrass Johansen, Jørgen Nielsen og Bjarti V. Mørk.

Dysturin millum Frakland og Føroyar byrjar kl. 19.45 og verður stroymdur á www.kvf.fo/live/2