Håkan Ericson, landsliðsvenjari hjá monnum, hevur sett liðið, ið byrjar á vøllinum í HM-undankappingardystinum móti Eysturríki

——————

Klokkan 19:45 í kvøld bresta Føroyar og Eysturríki saman við HM-undankappingardysti á Tórsvølli.

Føroyska hópurin hevur fyriseikað seg til uppgávuna síðan týsdagin, og nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu vera, ið Håkan Ericson, landsliðsvenjari, sendir á vøllin frá byrjan.

Teitur Gestsson verður í mál, og í verjuni vera Gilli Sørensen, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum byrja Rene Shaki Joensen, Hallur Hansson, Gunnar Vatnhamar, Brandur Olsen og Ári Mohr Jónsson, og fremsti maður verður Jóan Símun Edmundsson.

Á bonkinum sita Gunnar Nielsen, Mattias Heðinsson Lamhauge, Heini Vatnsdal, Jóannes Kalsø Danielsen, Hørður Askham, Hannes Agnarsson, Sølvi Vatnhamar, Tróndur Jensen, Petur Knudsen, Klæmint Olsen, Jóannes Bjartalíð og John Frederiksen.

Atgongumerki til landsdystin millum Føroyar og Eysturríki fáast til keyps í Nethandilinum á FSF.fo.