Håkan Ericson hevur sett liðið, sum byrjar á vøllinum móti Armenia í kvøld. Fyrsta spark verður klokkan 19:45
Søga verður skrivað, tá A-landsliðið við monnum í kvøld klokkan 19:45 tekur ímóti Armenia á Tórsvølli. Tí sjálvt um tað eru 36 ár síðani, at Føroyar fóru upp í altjóða fótbólt, hevur manslandsliðið ongantíð áður møtt Armenia.
Føroyski hópurin hevði sína fyrstu venjing seinnapartin mánadagin, og síðani hava tríggjar venjingar verið á skránni. Og nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu vera, ið venjarin, Håkan Ericson sendir á vøllin frá byrjan.
Bárður á Reynatrøð verður í mál, og verjuna manna Viljormur Davidsen, Andrias Edmundsson, Odmar Færø, og á høgra bakki verður Jann Benjaminsen. Á miðvøllinum frá byrjan vera Meinhard Olsen, Hanus Sørensen, Gunnar Vatnhamar, Sølvi Vatnhamar og Hannes Agnarsson, og fremsti maður verður Jóan Símun Edmundsson.
Á bonkinum sita Teitur Gestsson, Mattias Lamhauge, Jóannes Kalsø Danielsen, Daniel Johansen, Arnbjørn Svensson, Sonni Ragnar Nattestad, René Shaki Joensen, Brandur Olsen, Adrian Justinussen, Jóannes Bjartalíð, Petur Knudsen og Klæmint Olsen.
Atgongumerki til UEFA Nations League dystin millum Føroyar og Armenia fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo, og á atgongumerki.fo. Kostnaðurin er einans 50 krónur fyri børn, og úr 100 krónum fyri vaksin.