Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari hevur valt sínar fyrstu 11 til dystin móti Andorra


Um ein knappan tíma fara U21 dreingirnir á vøllin til fyrsta EM undankappingardystin í hesum umfarinum. Hetta er fyrsti dysturin hjá Eyðuni Klakstein, síðan hann um ársskiftið tók við sum landsliðsvenjari, og hann hevur nú kunngjørt sína fyrstu byrjunaruppstilling.

Ari í Haraldstovu Petersen verjir føroyska málið, og í verjupartinum byrja Børge Petersen og Elias Rusborg í miðverjuni, meðan Signar á Brúnni og Martin Agnarsson byrja á hvør sínum bakki. Noah Mneney, sum nú er vorðin liðskipari á U21 landsliðnum, byrjar á miðvøllinum saman við Gullbrandi Øregaard, og úti á kantunum byrja Føroyar við Áka Samuelsen og Olafi Bárðarsyni. Frammanfyri teir byrjar Aron Jarnskor, og fremsti maður á føroyska liðnum er Jørgen Nielsen.

Á føroyska bonkinum sita Jóanes Davidsen, Rasmus Nilsson, Jákup Vilhelmsen, Mikkjal Hellisá, Áki Johannesen, Poul Kallsberg, Heini Sørensen, Gutti Dahl Olsen, Jens Erik Bruhn og Jónas Warner.

Dysturin millum Føroyar og Andorra byrjar sum nevnt kl. 18.00.