Håkan Ericson og Eli Hentze hava sett liðið, sum í kvøld klokkan 19:45 byrjar á Hampden Park í HM-undankappingardystinum móti Skotlandi

——————

Landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, og hjálparvenjari hansara, Eli Hentze hava sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum í HM-undankappingardystinum móti Skotlandi.

Ein broyting er í byrjunaruppstillingini hesaferð í mun til dystin móti Eysturríki. Á miðvøllinum avloysir Jákup Biskopstø Andreasen Gunnar Vatnhamar, sum samstundis verður fluttur aftur í miðverjuna saman við Sonna Ragnar Nattestad.

Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni vera Gilli Sørensen, Sonni Ragnar Nattestad, Gunnar Vatnhamar og Viljormur Davidsen. Føroyska miðvøllin manna Sølvi Vatnhamar, Jákup Biskopstø Andreasen, Hallur Hansson og Brandur Olsen, og framherjar vera Jóan Símun Edmundsson og Meinhard Olsen.

Teir, ið byrja á beinkinum, eru Teitur Matras Gestsson, Tórður Thomsen, Jóannes Kalsø Danielsen, Petur Knudsen, Jóannes Bjartalíð, Klæmint Andrasson Olsen, Rógvi Baldvinsson, Heini Vatnsdal, Patrik Johannesen, Ári Mohr Jónsson, Dan í Soylu og Tróndur Jensen.

HM-undankappingardysturin millum Skotland og Føroyar verður spældur á Hampden Park í Glasgow, og byrjar klokkan 19:45.