Landsliðsvenjarin, Lars Olsen hevur sett liðið til dystin ímóti Portugal. Á sentrala miðvøllinum verða Rene Shaki Joensen og Róaldur Jakobsen
Í kvøld klokkan 19:45 skal føroyska A-landsliðið við monnum spæla seinna dystin ímóti Portugal í undankappingini til HM 2018. Fýra venjingar hava verið á skránni, síðani hópurin kom til Porto á middegi mánadagin, og nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, tá dómarin bríkslar í gongd.
Gunnar Nielsen verður á mál, og í føroysku verjuni verða Jónas Tór Næs, Odmar Færø, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson og Viljormur Davidsen.
Á miðvøllinum verða Rene Shaki Joensen, Róaldur Jakobsen, Sølvi Vatnhamar og Gilli Rólantsson Sørensen, meðan Jóan Símun Edmundsson verður í álopinum.
Eykaspælarar verða Símun Rógvi Hansen, Teitur Matras Gestsson, Hørður Askham, Ári Mohr Jónsson, Kaj Leo í Bartalsstovu, Eli Falkvard Nielsen, Karl Løkin, Klæmint A. Olsen og Patrik Johannesen.