Nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, sum Sámal Erik Hentze og Hegga Samuelsen senda á vøllin frá byrjan ímóti Norðurmakedónia

——————

Klokkan tvey seinnapartin fer U21-landsliðið á vøllin aftur. Hesaferð er mótstøðuliðið Norðurmakedónia, og dysturin, sum skuldi verða á Svangaskarði á Toftum, verður í staðin spældur á Tórsvølli.

Um hugt verður eftir úrsltinum frá fyrra dystinum millum Norðurmakedónia og Føroyar, sum varð spældur FFM Training Centre tann 10. september í fjør, er einki at ivast í, at sterk mótsøða bíðar føroyska liðnum. Ta ferðina vann heimaliðið 7-1.

Men føroyska liðið er væl fyrireikað til hesa stóru uppgávuna, og harafturat koma okkara spælarar við einum 3-1 sigri á Ísrael í skjáttuni.

Venjararnir eru eisini klárir, og nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, ið byrja á vøllinum fyri Føroyar.

Rói Mørk Hentze verður í mál, og í verjuni verða Andri Benjaminsen, Ari Olsen, Bjarni Petersen og Samuel Johansen Chukwudi. Á miðvøllinum verða frá byrjan Magnus Holm Jacobsen, Stefan Radosavljevic, Petur Knudsen og Lukas Giessing, og framherjar verða Pætur Petersen og Jonn Johannesen.

Dysturin byrjar sum sagt klokkan 14:00, og sæst beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum. Um ikki ber til at hyggja, verður beinleiðis frásøgn á FM1.