Fleiri broytingar eru á føroysku liðuppstillingini móti Liktinstein, samanborið við fyrra dystin á venjingarleguni í Marbella í suðurspania
Odmar Færø, Alex Mellemgaard, Kaj Leo í Bartalsstovu og Patrik Johannesen eru allir við frá byrjan, tá Føroyar og Liktinstein bresta saman kl. 17:00. Harumframt ætlar landsliðsvenjarin at byrja við Gunnar Nielsen í málinum, um fóturin hjá málverjanum er klárur eftir upphitingina til dystin. Annars er Teitur M. Gestsson eisini til reiðar at verja føroyska málið.
Harumframt eru nakrir leikarar fluttir á onnur pláss. Rógvi Baldvinsson, sum spældi á vinstrabakki móti Lettlandi fer í dag at spæla á verjukenda miðvøllinum, meðan Jóan Símun Edmundsson verður at finna á álopskenda miðvøllinum og Patrik Johannesen kemur inn sum fremsti maður.
Ungi áleyparin er annar av tveimum leikarum, sum fyri fyrstu ferð byrja inni fyri Føroyar í dag. Hin er Alex Mellemgaard, sum byrjar inni á vinstra bakki.
– Tað er stórt at sleppa at byrja inni, tí eg havi kempað fyri hesum í langa tíð, og nú fái eg so møguleikan, so eg eri spentur og fari at geva alt, sum eg eigi, sigur Alex Mellemgaard.
Verjuleikarin hevur áður verið við í A-landsliðshópinum, men hevur í rúma tíð verið darvaður av sjúku. Nú er hann tó klárur at taka av møguleikanum, og í dag byrjar hann altso inni á fyrsta sinni.
Hesir 11 byrja inni fyri Føroyar:
Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Oddmar Færø, Alex Mellemgaard – Kaj Leo í Bartalsstovu, Rógvi Baldvinsson, Hallur Hansson, Jóan Símun Edmundsson, Gilli Rólantsson Samuelsen – Patrik Johannesen
Dagføring klokkan 15:50: Teitur Matras Gestsson byrjar í føroyska málinum.
Venjingardysturin millum Føroyar og Liktinstein verður floytaður í gongd klokkan 17:00, føroyska tíð, og kann stroymast á heimasíðuni, www.fsf.fo.