Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur sett navn á teir fyrstu ellivu, sum byrja á vøllinum ímóti Lettlandi. Ein broyting er í hópinum í mun til seinasta dyst, tá Føroyar spældu javnleik 0-0 ímóti Ungarn

Klokkan 19:45 í kvøld fer føroyska landsliðið inn á Skonto Stadion í Riga at spæla næsta dystin í undankappingini til HM 2018, sum verður í Russlandi.

Føroyska liðið kom til lettlendska høvuðsstaðin mánakvøldið, og síðani hava spælarar og venjarar fyrireikað seg til dystin ímóti lettum.

Vónirnar fyri einum góðum úrslitið eru góðar, men venjarin, Lars Olsen, leggur stóran dent á, at úrslitið kemur ikki av sær sjálvum.

– Skulu vit røkka endamálinum, og tað er at fáa stig – helst trý stig – so krevst at allir geva seg 100 prosent, og møguliga eitt sindur afturat, um hetta skal eydnast, sigur landsliðsvenjarin, Lars Olsen.

Á middegi fríggjadagin hevði føroyski hópurin seinasta fundin áðrenn dystin. Síðsti taktikkurin varð lagdur, og endaliga liðið bleiv kunngjørt. Ein broyting er ímilum teir fyrstu ellivur hesaferð, ið mun til teir, sum byrjaði ímóti Ungarn fyri góðum mánaða síðani. Bárður Hansen hevur trupulleikar við økslini, og verður tí ikki við frá byrjan ímóti Lettlandi. Í staðin verður tað Jónas Tór Næs, sum byrjar á høgra bakki.

Føroyska liðið byrjar soleiðis: Gunnar Nielsen verður í mál, og í føroysku verjuni verða Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen.

Á miðvøllinum verða Sølvi Vatnhamar, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson og Rene Shaki Joensen. Fremsti miðvallarin verður Brandur Hendriksson Olsen, meðan Jóan Símun Edmundsson verður í álopinum.

Teir, ið byrja á beinkinum eru hesir: Teitur M. Gestsson, Kristian Joensen, Jóhan Troest Davidsen, Gilli Rólantsson Sørensen, Pól Jóhannus Justinussen, Rógvi Baldvinsson, Bárður J. Hansen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Heini Vatnsdal, Árni Frederiksberg, Klæmint A. Olsen og Páll Klettskarð.

HM-undankappingardysturin millum Lettland og Føroyar verður bríkslaður í gongd klokkan 19:45, føroyska tíð, Tað er klokkan 21:45 lokala tíð. Rás 2 sigur beinleiðis frá dystinum, sum verður spældur á Skonto Stadion í Riga.