Landsliðsvenjararnir, Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum móti Aserbadjan

Í løtuni verður seinasta hond løgd á fyrireikingarnar til UEFA Nations League dystin móti Aserbadjan. Seinasti fundurin hevur verið, og nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, ið venjararnir, Lars Olsen og Jóannes Jakobsen senda á vøllin frá byrjan.

 

Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen. Á føroyska miðvøllinum frá byrjan verða Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Rógvi Baldvinsson og Brandur Hendriksson Olsen, meðan fremsti maður verður Klæmint Andrasson Olsen.

 

Á bonkinum vera Teitur Matras Gestsson, Kristian Joensen, Magnus Egilsson, Gunnar Vatnhamar, Kaj Leo í Bartalsstovu, Heini Vatnsdal, Jógvan Rói Davidsen, Jóannes Bjartalíð, Árni Frederiksberg, Jákup Ludvig Thomsen og Meinhard Egilsson Olsen

 

Rene Shaki Joensen er leikbannaður til dagsins dyst.

 

UEFA Nations League dysturin millum Aserbadjan og Føroyar verður á olympiska leikvøllinum í Baku, har pláss er fyri umleið 70.000 áskoðarum. Men til dystin í dag verða væntandi eini 20.000 áskoðarar. Fyrsta bríksl verður klokkan 17:00, føroyska tíð.