Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava sett liðið, sum fer á vøllin ímóti Andorra klokkan 17:00. Fremsti maður á føroyska liðnum frá byrjan verður Páll A. Klettskarð

Hóast nógvur kavi er komin niður í høvuðsstaðnum í Andorra, Andorra la Vella, í nátt og í morgun, og onkrar gitingar hava verið um, um dysturin verður spældur ella ikki, so fyrireikar føroyska liðið seg til, at bosniski dómarin floytar í gongd sum ætlað klokkan 17:00, føroyska tíð.

 

Seinasti fundurin hevur verið, og venjararnir hava sett navn á teir fyrstu ellivu, ið fara á vøllin frá byrjan. Smávegis broytingar eru neyðugar síðan seinasta landsdyst, men eingin ivi er um, at tað er eitt sterkt føroyskt lið, ið byrjar á Estadio Nacional leikvøllinum í Andorra.

 

Gunnar Nielsen verður í mál, og í føroysku verjuni verða Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Jóhan Troest Davidsen og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum verða Kaj Leo í Bartalsstovu, Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson og Gilli Sørensen. Nakað framman fyri miðvøllin verður Jóan Símun Edmundsson, og fremsti maður á føroyska liðnum frá byrjan verður Páll A. Klettskarð.

 

Eykaleikarar: Teitur M. Gestsson, Símun Rógvi Hansen, Bárður J. Hansen, Pól Jóhannus Justinussen, Odmar Færø, Hørður Askham, Rógvi Baldvinsson, Jóannes Bjartalíð og Klæmint A. Olsen.

 

HM-undankappingardysturin millum Andorra og Føroyar verður bríkslaður í gongd klokkan 17:00, føroyska tíð. Og hóast kavan, so er í løtuni einki, ið bendir á, at dysturin verður útsettur, men spældur sum ætlað ásetta tíð.