Lagt er upp til stóran spenning í serliga aðrari hálvfinaluni, meðan ein greiður favorittur er í hinari


Við lutakasti er nú gjørt av, hvørji lið hittast í hálvfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum. 

Í aðrari hálvfinaluni bresta B36 og NSÍ saman*. Í landskappingini spældu liðini ein javnleik sínamillum, B36 vann tvær ferðir og NSÍ einaferð. 

Lagt er tí upp til eina spennandi hálvfinalu millum hesi bæði liðini.

Í hinari hálvfinaluni hittast føroyameistararnir KÍ og felagsliðið ÍVB. Klaksvíkskvinnur vunnu landskappingina sannførandi og settu bert tvey stig til ígjøgnum alt kappingarárið, meðan tað hevur verið eitt tungt ár hjá ÍVB. 

Hálvfinaluplássið og møguleikin fyri at koma í steypafinaluna kann tó bjarga ÍVB kappingarárið, men tað verður sera torført hjá teimum at hótta KÍ, sum hevur eitt gylt høvi at vinna greipuna. 

Hálvfinalurnar verða hvør sær avgreiddar yvir ein dyst á uttanveltaðum vølli 14. november, og steypafinalan verður á Tórsvølli 21. november.

* Í fjórðingsfinaluni vann NSÍ 2-1 móti EBS/Skála eftir longda leiktíð. Úrslitið er kært og verður viðgjørt í Aganevndini í løtuni.