Håkan Ericson og Eli Hentze hava sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum ímóti Moldova á Zymbru stadion í Chisinau

——————

Føroysk fótbóltssøga verður skrivað, tá Moldova og Føroyar í kvøld klokkan 19:45 føroyska fara undir fyrsta dystin í undankappingini til HM 2022. Talan er nevniliga eisini um fyrsta A-landsdyst í fótbólti millum Moldova og Føroyar.

Hópurin hjá Håkan Ericson hevði fyrstu venjingina á Tórsvølli farna mánadag, og síðan hava í alt tríggjar venjingar verið á skránni sum fyrireiking til dystin móti moldavum. Og nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, ið landsliðsvenjarin sendir á vøllin.

Gunnar Nielsen byrjar í málinum, og í verjuni vera Viljormur Davidsen, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad og Gilli Sørensen. Føroyska miðvøllin manna Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar og Brandur Olsen, meðan Klæmint Olsen og Jóan Símun Edmundsson vera fremstu menninir á føroyska liðnum.

Eykaspælarar: Teitur Gestsson, Tórður Thomsen, Jóannes Kalsø Danielsen, Ári Mohr Jónsson, Heini Vatnsdal, Rógvi Baldvinsson, Patrik Johannesen, Dan í Soylu, Jákup Biskopstø Andreasen, Tróndur Jensen, Jóannes Bjartalíð og Meinhard Olsen.

Veðrið í Moldova er gott, men sera kalt, og tá dysturin verður bríkslaður í gongd kann væntast at tað fer at liggja um eini 2 til 4 hitastig, stilli og turt.