Sjónvarpsstovan var í kvøld karmur um lutakastið til hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum


Nú er greitt, hvussu tey fýra liðini, sum eru eftir í steypakappingini hjá kvinnum, hittast í hálvfinalunum. Fyrsta liðið úr bollanum gjørdist EBS/Skála, sum í hálvfinaluni skal spæla móti HB, og í hinari hálvfinaluni bresta KÍ og NSÍ saman.

Fyrru hálvfinalurnar eru á skránni 10. august, og tá tekur EBS/Skála ímóti HB, meðan KÍ hevur heimavøll móti NSÍ.

Seinnu hálvfinalurnar eru á skránni 15. september, og steypafinalan verður spæld á Tórsvølli leygardagin 1. oktober.