Føroyska liðið er nú sett til seinasta HM undankappingardystin á hesum sinni
Nú klokkan 18.00 bresta Føroyar og Skotland saman á Tórsvølli í seinasta undankappingardystinum. Skotland er undan dystinum nummar tvey í bólki B, og við 13 stigum hava tær tryggjað sær luttøku í play-off dystunum um víðari luttøku í kappingini.
Føroyar hava ikki fingið stig í kappingini, men tvær ferðir er føroyska liðið komið á máltalvuna. Fyrra málið kom móti júst Skotlandi á Hampden Park fyri einum ári síðan, tá Maria Biskopstø skoraði eftir horna í høgru síðu. Dysturin endaði tó við einum tryggum skotskum 7-1 sigri.
Í kvøld hittast liðini aftur, hesaferð á Tórsvølli, og landsliðsvenjarin hevur valt at byrja við júst somu uppstilling sum til dystin móti Ukraina farna fríggjakvøld.
Óluva Allansdóttir Joensen verjir føroyska málið, og í miðverjuni byrja Birita Ryan og Sarita Maria Mittfoss. Liðskiparin Ásla Johannesen byrjar á høgra bakki og Maria á Lakjuni á vinstra.
Á sentrala miðvøllinum finna vit Ansy Sevdal Jakobsen, Jensu Kannuberg Tórolvsdóttir og Sannu Svarvadal, meðan Heidi Sevdal og Mona Rasmusdóttir byrja á ávíkavist høgra og vinstra kanti. Lea Lisberg mannar aftur í kvøld føroyska álopið.
Á føroyska bonkinum eru: Valborg Østerø, Rakul Maria Johannesen, Julia Naomi Mortensen, Olga Kristina Hansen, Tórunn Højgaard Joensen, Hervør Hansdóttir Olsen, Tóra Mohr, Rebekka Fjallsá Benbakoura, Ása Stórá Carlsen og Rúna Jacobsen. Lene Bjerning Terp er høvuðsvenjari hjá føroyska landsliðnum.
Dysturin millum Føroyar og Skotland byrjar kl.18.00, og atgongumerki eru at finna í nethandlinum hjá FSF. Dysturin verður eisini vístur beinleiðis á R1 hjá Televarpinum.