John Petersen hevur sett liðið til seinasta dystin


Tá Føroyar fara á vøllin til síðsta dystin í hesari undankappingini, verður tað við 10 av teimum somu úr byrjunaruppstillingini móti Wales fyri einum góðum mánaða síðan. Heidi Sevdal, sum tá var fremsti leikarin á føroyska liðnum, er ikki við í Norðurírlandi, men í hennara stað er Julia Naomi Mortensen aftur at síggja frá byrjan.

Føroyar stilla til dyst við Óluvu A. Joensen í málinum, Jacobu Langgaard og Biritu Ryan í miðverjuni, meðan Sanna Svarvadal og Ásla Johannesen verða á ávíkavist høgra og vinstra bakki. Á defensiva miðvøllinum verður Elisabet Vang, og frammanfyri hana spæla Olga Kristina Hansen og Kára Djurhuus. Sara Samson Lamhauge verður í høgru síðu og Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir í vinstru, meðan Julia Naomi Mortensen sum nevnt verður fremst.

Dysturin móti Norðurírlandi byrjar kl. 19.00, og hann kann stroymast á heimasíðuni hjá BBC Sport Northern Ireland. Neyðugt er at stovna brúkara og rita inn fyri at síggja dystin (ókeypis).