Klokkan 18.30 føroyska tíð bresta bestu kvinnurnar hjá Luksemborg og Føroyum saman á Stadium Achille Hammerel. Her fært tú byrjunaruppstillingina og leinkið til stroyming
Venjaratoymið hevur gjørt av at royna ávís nýggj ting í fyrra vinardystinum móti Luksemborg, sum verður spældur í kvøld. Óluva Joensen hevur drigist við skaða seinastu vikurnar og tí verður tað Valborg Østerø, sum hesaferð verjir føroyska málið frá byrjan. Harumframt fer Sara Samson Lamhauge, sum annars er von at spæla longur frammi á vøllinum, nú at royna seg í miðverjuni saman við Biritu Ryan, meðan Tórunn Højgaard Joensen og Ása Stórá Carlsen byrja á ávíkavist vinstra og høgra bakki.
Í sama umfari er Ásla Johannesen flutt eina ketu longur fram á vøllinum, soleiðis at hon í dag byrjar á vinstra vongi, meðan Mona Rasmusdóttir byrjar í hinum borðinum. Á sentrala miðvøllinum byrja Jensa Kannuberg Tórólvsdóttir og Sanna Svarvadal; beint frammanfyri tær finna vit Heidi Sevdal og so verður Rebekka Fjallsá Benbakoura fremsti føroyski spælarin frá byrjan.
Liðuppstillingin er sostatt:
Valborg Østerø – Tórunn Højgaard Joensen, Sara Samson Lamhauge, Birita Ryan, Ása Stórá Carlsen – Ásla Johannesen, Sanna Svarvadal, Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Mona Rasmusdóttir – Heidi Sevdal – Rebekka Fjallsá Benbakoura
Á føroyska bonkinum sita Óluva Allansdóttir Joensen, Sarita Maria Mittfoss, Maria á Lakjuni, Julia Naomi Mortensen, Rúna Jacobsen, Eyðvør Klakstein, Tóra Mohr, Lea Lisberg, Margit Kwao og Hervør Olsen
Dysturin millum Luksemborg og Føroyar byrjar sum nevnt klokkan 18.30 føroyska tíð, og til ber at stroyma dystin her.