Um eina løtu fer kvinnulandsliðið á vøllin til fyrra dystin í Baltic Cup kappingini


Klokkan 11.00 føroyska tíð byrja Føroyar kappingina við dysti móti Lettlandi, og Lene B. Terp, landsliðsvenjari hevur sett liðið til dystarbyrjan.

Óluva Allansdóttir Joensen byrjar í føroyska málinum, og í verjupartinum byrja Føroyar við Biritu Ryan og Saritu Mittfoss í miðverjuni, Ásu S. Carlsen og Áslu Johannesen á ávíkavist høgra og vinstra bakki.

Jensa Tórolvsdóttir og Sanna Svarvadal manna sentrala miðvøllin, meðan Mona Rasmusdóttir og Heidi Sevdal byrja í ávíkavist høgru og vinstru síðu. Í álopinum hevur landsliðsvenjarin gjørt av at byrja við tveimum spælarum: Leu Lisberg og Tóru Mohr.

Á føroyska bonkinum sita Valborg Østerø, Maria á Lakjuni, Kára Djurhuus, Rebekka F. Benbakoura, Olga Kristina Hansen, Hervør Hansdóttir Olsen og Rúna Jacobsen.

Dysturin millum Føroyar og Lettland byrjar kl. 11.00 føroyska tíð og kann stroymast á www.kvf.fo.