Signe Pries Andersen, høvuðsvenjari, hevur broytt skipan, nú kvinnulandsliðið í kvøld spælir seinasta Nations League dystin á hesum sinni
Kl. 15.00 føroyska tíð bresta Føroyar og Aerbajdan saman. Hetta er seinasti dystur hjá føroysku kvinnunum í Nations League á hesum sinni.
Føroyska liðið hevur higartil spælt við fýra í verjuni, men tað verður ein øðrvísi leikskipan til dystin í kvøld, við fimm leikarum í verjuni. Ein broyting er millum fyrstu ellivu. Julia Naomi Mortensen er leikbannað. Inn fyri hana kemur Mona Rasmusdóttir.
Óluva Allansdóttir Joensen verjir føroyska málið, og í miðverjuni byrja Tórunn Højgaard Joensen, Birita Ryan (liðskipari) og Sara Samson Lamhauge. Høgri vongbakkur verður Jensa Tórolvsdóttir, meðan Rúna Jacobsen verður á vinstru síðu.
Á sentrala miðvøllinum byrjar Sunniva Willemoes saman við Malenu Olsen. Heidi Sevdal og Eyðvør Klakstein byrja á ávíkavist høgra og vinstra kanti, meðan Mona Rasmusdóttir mannar føroyska álopið.
Á føroyska bonkinum eru: Valborg Østerø, Fridrikka Clementsen, Ása Stórá Carlsen, Tóra Mohr, Maria V. Johansen, Margit Magnusdóttir og Rebekka Benbakoura.
Dysturin millum Føroyar og Aserbadjan byrjar kl.15.00, og verður vístur beinleiðis á R1 í Televarpinum.