Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari, hevur framt tvær broytingar millum fyrstu ellivu í mun til seinasta dyst


Seinni dysturin hjá kvinnulandsliðnum á venjingarleguni á Malta er á skránni í dag. Mótstøðan hesaferð er Albania.

Í málinum byrjar Óluva Joensen. Verjan er hin sama sum seinast við trimum miðverjum. Birita Ryan til høgru, Durita Hummeland sentralt og Tórunn Joensen í vinstru.

Rúna Jacobsen og Eyðvør Klakstein manna miðvøllin, meðan Ásla Johannesen og Malena Olsen vera á ávikavist høgra og vinstra vongi. Framrættaðar verða Heidi Sevdal, Rebekka Benbakoura og Sunniva Willemoes.

Á bonkinum eru: Valborg Østerø, Eyðgerð Mikkelsen, Tóra Mohr, Ása Stórá Carlsen, Mirjam Huneck, Fridrikka Clementsen, Jensa Tórolvsdóttir, Mona Rasmusdóttir, Margunn Lindholm, Maria Johansen og Sára á Líðarenda

Sara Samson Lamhauge er ikki tøk til dystin í dag.

Venjingardystyrin millum Føroyar og Albania á Tony Bezzina Stadion verður bríkslaður í gongd klokkan 13:00, sum er klokkan 14:00 lokala tíð í Malta og sæst her: https://www.fsf.fo/live-foroyar-albania/