Pætur Clementsen, landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur sett navn á tær fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum ímóti Týsklandi í dag klokkan 15:10

– Vit gleða okkum til dystin, sjálvt um vit eru vitandi um, at hetta møguliga verður ein tann torførasta uppgavan vit hava havt saman. Fyrireikingarnar hava gingið væl, hýrurin er góður, og eg haldi at leikararnir duga væl at seta tingini í perspektiv og eru vitandi um, at vit eru upp ímóti yvirmaktini, sigur Pætur Clementsen, landsliðsvenjari hjá kvinnum.

 

Í dag klokkan 15:10 føroyska tíð spælir føroyska kvinnulandsliðið triðja dystin í undankappingini til HM 2019, sum verður í Fraklandi. Og tað er ein stór uppgáva, ið stendur fyri framman hjá okkara kvinnum. Týskland er í løtuni nummar 2 styrkislistanum hjá FIFA, og síðani 1984 hava týsku kvinnurnar verið europameistarar 8 ferðir, og HM-heitið tvær ferðir.

 

– Vit fara at leggja alla orku í at vísa okkum frá okkara sterkastu síðu, og vísa, hvussu stoltar vit eru av at umboða okkara land, sigur Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Tær fyrstu 11, ið landsliðsvenjarin sendir á vøllin frá byrjan, eru hesar: Monika Biskopstø verður í mál. Í føroysku verjuni verða Birna T. Mikkelsen, Súsanna Maria Hansen, Lív F. Arge, Birita B. Nielsen og Ásla Johannesen. Á miðvøllinum byrja Eyðvør Klakstein, Olga Kristina Hansen, Ansy Sevdal og Rannvá B. Andreasen, og í álopinum verður Heidi Sevdal.

 

Á bonkinum frá byrjan verða Anna S. Hansen, Jóna Nicolajsen, Milja R. Simonsen, Katrina Akursmørk, Jónvá Hentze, Margunn Lindholm, Arnborg Lervig, Rebekka F. Benbakoura og Laila Pæturdóttir.

 

HM-undankappingardysturin millum kvinnulandsliðini hjá Týsklandi og Føroyum verður spældur á Arena Grossaspach klokkan 15:10, føroyska tíð. Dysturin kann síggjast her: http://www.sportschau.de/fussball/frauenfussball/videostream-livestream—dfb-frauen-in-der-wm-quali-gegen-faeroeer-100.html