Pætur Clementsen, landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur sett navn á tær fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum ímóti Sloevnia. Fyrsta bríksl verður klokkan 13:00

Í dag klokkan 13:00 spælir føroyska kvinnulandsliðið HM-undankappingardyst á útivølli móti Slovenia.

 

Pætur Smith Clementsen er venjari hjá føroyska liðnum, og nú stutt áðrenn fari verður á vøllin á Mestni Stadium í Ajdovscina er alment, hvørjar tær fyrstu ellivu verða, ið venjarin sendir á vøllin frá byrjan.

 

Anna S. Hansen verður í mál, og í verjuni vera Birna T. Mikkelsen, Lív F. Arge, Arnborg Lervig og Ásla Johannesen. Á verjukenda miðvøllinum verður Rannvá B. Andreasen, og frammanfyri hana vera Eyðvør Klakstein, Olga Kristina Hansen, Ansy Sevdal og Heidi Sevdal. Í álopinum verður Milja R. Simonsen.

 

Eykaspælarar: Jóna Nicolajsen, Randi Eyðunsdóttir á Bergi, Birita B. Nielsen, Súsanna Maria Hansen, Katrina Akursmørk, Jónvá Hentze, Margunn Lindholm, Laila Pætursdóttir og Rebekka F. Benbakoura.

 

Landsdysturin millum Slovenia og Føroyar sæst niðanfyri.