Pætur Smith Clementsen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur sett liðið, sum klokkan 18:00 fer á vøllin ímóti Slovakia á Štadión Antona Malatinského í Trnava
Klokkan seks seinnapartin í dag fer føroyska kvinnulandsliðið undir sína aðru UEFA Nations League kapping. Hesaferð eru Føroyar í bólki C1, saman við Slovakia, Gibraltar og Moldova.
Føroysku kvinnurnar leggja fyri ímóti Slovakia, sum á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA er nummar 49 í heiminum. Føroyar eru í løtuni á 110. plássi av teimum tilsamans 195 londunum, sum eru á listanum.
Hópurin kom til Trnava í Slovakia týsdagin, og síðani hava tvær venjingar verið á skránni. Sum heild eru føroysku kvinnurnar væl fyri og til reiðar til stóru uppgávuna í kvøld.
Liðið, ið venjarin, Pætur Smith Clementsen sendir á vøllin frá byrjan, sær soleiðis út: Óluva Allansdóttir Joensen verður í mál, og verjuna manna Birita Ryan, Julia Naomi Mortensen, Tórunn Højgaard Joensen og Durita Hummeland. Á miðvøllinum frá byrjan vera Ásla Johannesen, Eyðvør Klakstein, Sanna Svarvadal, Jensa Tórolvsdóttir og Sara Samson Lamhauge, og í álopinum verður Heidi Sevdal.
Á bonkinum sita Valborg Østerø, Malena Olsen, Anna Katrina Mikkelsen, Rakul Sørensen, Anna Carolina Brændstrup, Jancy Mohr, Fridrikka Maria Clementsen, Petra Sigvør Snedker Hoydal og Rúna Jacobsen.
UEFA Nations League dysturin millum Slovakia og Føroyar verður vístur beinleiðis á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya, kvf.fo. Byrjað verður at senda klokkan 17:55.